SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
29. apríl 2024
Lesiátak og stuðulslesing - eins og í fjør
28. apríl 2024
Benjamin luttók í Pangea
28. apríl 2024
Matarskráin fyri viku 18
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Rodna rók og røð

Soleiðis kann myndin vera av 2. reglu í annað ørindi í Dýrd á vík og vág

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Røklar hesa vikuna
Rúni og Rókur
Føroyskt
Heima: Les ella lurta eftir s. 110-111 í Nem næmingabók. Síðan liggur eisini sum mynd omanfyri her.


https://kvf.fo/vit/utvarp/2017/11/07/grkaris-grshvd
Floksins tími
Vit lesa úr Strok, so havi tað við í skúla, um tit tóku tað heim við mikudagin.
FitFirst
Virkið vár, so vit vera úti, um veðrið verður gott
Støddfrøði
Vit "goyma" kapitul 7 til síðst í árinum og fara nú til kapitul 8. 
Í skúlanum:

Hoyra um kross-skipanina s. 115

Rokna stk. 8.10-11-12-13-14
Týsdagur
30. apríl
Náttúra og tøkni
Vit kanna fræini og skriva í talvurnar.
Fara postarenning út í Grøv

Latið tykkum í góð útiklæðir. Eg hevði ikki farið í hvítar penar skógvar ;)
Føroyskt
Arbeiða víðari við yrkingum

Í dag fingu næmingarnir eina uppgávu at gera heima. Teir skulu finna upp á eina ramsu, har øll orðini byrja við teirra forbókstavi.
Til dømis so ger Fríðrikur eina ramsu, sum kann ljóða soleiðis:

Fimm feitar flugur flugu framman fyri flotta fullfermda flúgvaran Fríðrik
Støddfrøði
Heima: 
stk. 8.10-11-12-13-14

Í skúlanum:
stk. 8.15-16
Mikudagur
1. mai
Ítróttur
Genturnar: Rennibreytin
Føroyskt
Lesiátak verður í komandi viku, so vit fara á bókasavnið at læna okkum bøkur. Minnist til at hava skjalið um stuðulslesingina við í skúla ídag.

Arbeiða í Nem mál
Støddfrøði
Heima:
8.15-16

Í skúlanum:

"Frástøða í krossskipan" s. 118
Hósdagur
2. mai
Føroyskt
Skriva fyrisøgn
Fríggjadagur
3. mai
Føroyskt
Vit byrja lesiátakið í dag og hava frílesing 1. tíma.
5.D Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45 Floksins tími

Náttúra og tøkni

Enskt Kristni Føroyskt
08:45 - 09:30 FitFirst

Náttúra og tøkni

Føroyskt Kristni Støddfrøði
09:45 - 10:30 Enskt Støddfrøði Føroyskt Handaverk/list Danskt
10:30 - 11:15 Danskt Føroyskt Støddfrøði Handaverk/list Danskt
11:15 - 11:35 Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11:45 - 12:30 Støddfrøði Handaverk/list Ítróttur Støddfrøði Enskt
12:30 - 13:15 Føroyskt Handaverk/list

ítróttur

Føroyskt Søga
13:25 - 14:10       Skúlakór (val)  
14:05 - 14:50          

Lærarar

  • Flokslærarar: Gunrið Kallsberg 229060 og Durid Færø 227176
  • Føroyskt, støddfrøði, náttúra/tøkni, FitFirst: Gunrið og Durid
  • Danskt og enskt: Assa Færø
  • Kristni og søga: Durid Færø
  • Floksins tími: Gunrið
  • Ítróttur: Unnur Fonn, Hjørdis Havarsá, Jákup Jacobsen, Eyðstein Poulsen og Símun Lassaberg
  • Kór: Malan H. Hansen, Beinta P. Jacobsen og Elsa Maria Lorenzen

Fráboðan um sjúku og fráveru

Vit vilja minna á, at kemur næmingur ikki í skúla vegna sjúku ella aðra orsøk, skal flokslærarin hava boð antin kvøldið fyri ella sama morgun. Boð skulu sendast á sms 229060. Kemur næmingur ikki í skúla og ongin fráboðan er komin, verður skrivað heim.

Er talan um at biðja um frí fleiri enn tveir dagar, skal skrivlig umbøn sendast skúlanum til teldupost: skulatrod@skulin.fo  

Áminning frá heilsufrøðingum


Sundhedsstyrelsen viðmælir, at gentur og dreingir blíva koppsett fyri HPV, frá 12 ára aldri.
580 kvinnur og 230 menn í Danmark fáa hvørt ár krabba av HPV. Nógvir av hesum tilburðum kundu verið slopnir undan við koppseting.


HPV koppsetingin riggar best, um ein verður koppsettur, áðrenn kynslívið byrjar.

Tá ið ein verður HPV koppsettur, ger kroppurin eina verju fyri virus og verjir fyri komandi smittu. Tí mæla vit til, at tey, sum ikki longu eru koppsett, fara at bíleggja tíð hjá kommunulækna, so at tey kunnu fáa koppsetingina.


Sí mynd, um tit ynskja meira kunning 

Soleiðis leingja vit brot

Tá ið vit leingja brot falda vit bæði teljara (1) og nevnara (3) við sama tali (2). 

Nevnarin var 3 og er nú 6.

Vekt-trappan

Kilogramm - hektogramm- dekagramm

Fyri hvørt trappu-trin vit taka falda ella býta vit við 10.

Trídemensjonal skap

Í dag hava tey verið ófør at bygt trídemensjonal skap. Bæði kubus, prismir, sylindarar og pyramidur :-)

Vit eru so glað, tá flokkurin er fullmannaður, og tá taka vit onkuntíð myndir. Vit føla okkum nemliga heil, tá ongin manglar. Her sita 28 fittir og arbeiðssamir næmingar ❤️

Jólahugni í morgun 5. des

Fleiri myndir liggja her :-)

Tað er "Once in á lifetime", at myndir eru av einum skúlaflokki undir ælaboganum.

Krákan

Hetta er fitti Pætur Krákustein. Hann plagar at vitja okkum :-) 

Fleiri myndir frá seturskúlanum liggja í mappuni myndir undir 4.d.

Soleiðis skulu tit dividera :-)