Lesiátak og stuðulslesing - eins og í fjør

29. apríl 2024

Børn lesa fyri børnum - Lesiátak og stuðulslesing
 

Í viku 18 og 19 er lesiátak á Skúlatrøð.

Lesiátakið er eins og í fjør og er eisini eitt stuðulsátak, har bæði átøkini verða samantvinnað, so vit hava stuðulslesing. Átakið er fyri næmingar í grunddeild og miðdeild, og lisið verður 1. tíma hvønn morgun hesar vikurnar.

Hugskotið til stuðulslesing kemur frá lærarum á skúlanum. Í ár er ein lærari við í Team Rynkeby liðnum 2024, og tað er Anja Samuelsen.

Hesaferð er tað skipað eitt sindur øðrvísi, tí grunddeild lesur í viku 18 og miðdeild lesur í viku 19.

Næmingarnir hava fingið eitt skriv við heim, har foreldur og verjar skriva undir og velja um tey vilja stuðla og við hvussu nógvum, og lata skjalið innaftur mikudagin 1. mai.

Við vón um góða undirtøku og eggjan til lesing frá heimunum .