Skúlatelving á skránni
Undankapping í skúlatelving
Undankappingin í skúlatelving fyri 3.-4. flokkar í norður-eystur økinum var hildin á Toftum 18. mars, har 18 lið úr 8 skúlum møttu til dystin fús. Spenningurin um 3. plássið var stórur, tí bæði Eiði, Eysturkommuna, Skála, Skúlatrøð og Toftir hildu seg framat.
Undankappingingin fyri 5. - 8. fl. var í gjár 19. mars. Tað vóru 16 lið í 5. til 8. flokki frá skúlum í sama øki, sum luttóku í hesari kappingini.
Fimm lið frá Skúlatrøð vóru við og tað gekk væl.
Eitt lið bleiv nummar tvey og kom sostatt í finaluna, ið verður spæld seinni í ár.
Sum einasti skúli, hevði Skúlatrøð eitt lið, sum var mannað við gentum einans.
Nakað av innihaldinum í hesum tekstinum er lænt frá facebookbólkinum hjá Skúlatelving og við at fylgja leinkinum kunnu tit eisini síggja fleiri myndir.