Matarskráin fyri viku 8
Sí matarskránna her
Kosttrevjir er gott fyri heilsuna
Kosttrevjir eru við til at:
- geva mettheit og eitt støðugt blóðsukur
- fyribyrgja lívsháttarsjúkur, f.eks. hjarta-karr sjúkur, diabetes og ymiskar formar fyri kræft.
- geva gott sodningarlag
- halda eina sunna vekt
Matvørurnar, sum eru á myndini innihalda allar kosttrevjir, størsta innihaldi er at finna í fuldkornsvørinum.
Tær almennu tilráðingarnar viðmala, at børn og ung eta 2- 3 g ca. kosttrevjir pr. MJ dagliga,
sum vil vera eitt stað millum 15-20g.
Dømi: Fyri at inntaka 20g kosttrevjir dagliga er neyðugt, at eta uml:
· Morgunmat: 1,3 dl havragrýn
· Millummáltíð: 1 stk. brotbreyð v/fullkorn og 2 stykkir frukt
· Matpakki: 1 flís rugbrød + 120 g grønmeti
· Nátturði: 1,5 dl kóka fullkornspasta + 120 g grønmeti